Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

20.-26. mai

SÁLMUR 40-41

20.-26. mai

Sangur nr. 102 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hví er tað gott at hjálpa øðrum?

(10 min.)

Tá ið vit hjálpa øðrum, blíva vit sjálvi glað (Slm 41:2; w18.08-D 22 stk. 16-18)

Jehova hjálpir teimum, sum hjálpa øðrum (Slm 41:3-5; w15-D 15/12 24 stk. 7)

Vit æra Jehova, tá ið vit hjálpa øðrum (Slm 41:14; Orð 14:31; w17.09-D 12 stk. 17)

SPYR TEG SJÁLVAN: Kann eg hjálpa onkrum í samkomuni at fáa meira burtur úr JW Library appini?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 40:6-11 – Hvat fáa vit hug at gera sambært hesum ørindunum, tá ið vit viðurkenna, at Jehova er tann hægsti í alheiminum? (it-1-D 1076 stk. 6)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Byrja eitt prát við ein, sum er glaður. (lmd partur 2, punkt 3)

5. Byrja eitt prát

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Byrja eitt prát við ein, sum er keddur. (lmd partur 3, punkt 5)

6. Ger lærisveinar

(5 min.) lff partur 14, punkt 6. Tosa við ein næming, sum aftrar seg við at svara á møtunum. Vís honum okkurt úr greinini „Prísa Jehova í samkomuni“, sum er at finna undir „Hygg at hesum“. (th venjing 19)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 138

7. Ger gott móti teimum eldru

(15 min.) Orðaskifti.

Jehova virðismetir alt tað, sum okkara trúføstu eldru gera í samkomuni, og tað gera vit eisini. (Heb 6:10) Tey hava gjørt nógv gjøgnum árini fyri at undirvísa, upplæra og uppmuntra brøður og systrar. Tú kanst sikkurt eisini koma í tankar um, hvussu tey hava hjálpt tær. Hvussu kanst tú vísa, at tú ert takksamur fyri alt tað, sum tey gera og hava gjørt í samkomuni?

Vís VIDEOIÐ ’Gør godt mod dine brødre og søstre’. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvat lærdi Ji-Hoon av bróður Ho-jin Kang?

  • Hvat dámar tær væl við teimum eldru í tínari samkomu?

  • Hvat læra vit av líknilsinum um miskunnsama samverjan?

  • Hví heldur tú, at tað var gott, at Ji-Hoon bað fleiri koma at hjálpa bróður Ho-jin Kang?

Viss vit brúka eitt sindur av tíð upp á at hugsa um, hvat tey eldru í okkara samkomu hava brúk fyri, kunnu vit sikkurt koma í tankar um ymiskt, sum vit kunnu gera fyri tey. Tá ið tú sært, at tey hava brúk fyri hjálp, mást tú finna út av, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa. – Ják 2:15, 16.

Les Galatiabrævið 6:10. Set síðani henda spurningin:

  • Hvat kanst tú gera fyri tey eldru í tínari samkomu?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 8 og bøn