Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

27. mai – 2. juni

SÁLMUR 42-44

27. mai – 2. juni

Sangur nr. 86 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hvussu fáa vit gagn av undirvísingini frá Jehova?

(10 min.)

Vit mugu tilbiðja Jehova saman við øðrum, og viss tað ber til, er tað gott at vera fysiskt til staðar (Slm 42:5, 6; w06-D 1/6 9 stk. 4)

Vit mugu biðja til Jehova, áðrenn vit studera Bíbliuna (Slm 42:9; w12-D 15/1 15 stk. 2)

Vit mugu fylgja Bíbliuni í øllum, sum vit gera (Slm 43:3)

Undirvísingin, sum vit fáa frá Jehova, hjálpir okkum at klára royndir og blíva við at vera trúføst. – 1Pæt 5:10; w16.09-D 5 stk. 11-12.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 44:20 – Hvat sipar orðingin „har sum sjakalar búgva“ møguliga til? (it-2-D 781)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 5, punkt 5)

5. Menn áhugan

(5 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða tí vitjaða til næsta almenna fyrilesturin. Vís og tosa um (men spæl ikki) videoið Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali? (lmd partur 7, punkt 5)

6. Fyrilestur

(3 min.) lmd uppískoyti 1, punkt 4 – Evni: Øll fara at hava góða heilsu. (th venjing 2)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 21

7. Hvat er gott at hugsa um, tá ið mann skal velja arbeiði og útbúgving?

(15 min.) Orðaskifti.

Hevur tú gjørt av, hvat tú fert at gera, tá ið tú ert liðugur við skúlan? Tú hevur kanska longu hugsað um eitt arbeiði, sum passar til pionerlívið. Ella kanska umhugsar tú at taka eina útbúgving, sum kann hjálpa tær at fáa eitt sovorðið arbeiði. Hetta er ein spennandi tíð í lívinum hjá tær! Men kanska ert tú ørkymlaður, tí har er so nógv at velja í, ella tí tú følir, at tú noyðist at taka eina ávísa avgerð fyri at gleða onnur. Hvat kann hjálpa tær at taka eina góða avgerð?

Les Matteus 6:32, 33. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hví er tað gott at seta sær nøkur ítøkilig andalig mál, áðrenn mann tekur avgerðir um arbeiði og útbúgving?

  • Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at brúka tað, sum stendur í Matteus 6:32, 33? – Slm 78:4-7

Tú skalt ikki velja eina útbúgving ella eitt arbeiði, bara tí tað gevur prestisju ella fíggjarligan tryggleika. (1Jóh 2:15, 17) Jesus segði, at tað ikki er lætt hjá ríkum fólkum at seta sannleikan á fremsta plássið. (Luk 18:24-27) Viss tað viktigasta hjá okkum er at tjena nógvar pengar, forðar tað okkum í at vaksa andaliga og fokusera upp á at gleða Jehova. – Mt 6:24; Mrk 8:36.

Vís VIDEOIÐ Pas på med at stole på det der svigter! – Rigdom. Set síðani henda spurningin:

  •   Hvussu kann tað, sum stendur í Orðtøkunum 23:4, 5, hjálpa tær at taka góðar avgerðir?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 47 og bøn