Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

3.-9. juni

SÁLMUR 45-47

3.-9. juni

Sangur nr. 27 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Jesus saman við brúðrini hjá sær, teimum 144.000

1. Ein sangur um brúdleypið hjá einum kongi

(10 min.)

Sálmur 45 fortelur um brúdleypið hjá messianska konginum (Slm 45:2, 14, 15; w14-D 15/2 9-10 stk. 8-9)

Brúdleypið verður aftan á Harmageddon (Slm 45:4, 5; w22.05 17 stk. 10-12)

Hetta brúdleypið fer at hava signingar við sær, sum gagna øllum (Slm 46:9-12; it-2-D 39 stk. 8)


SPYR TEG SJÁLVAN: Havi eg eisini hug at fortelja øðrum um okkara fantastiska kong, Jesus Kristus? – Slm 45:2.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 45:17 – Hvat lærir hetta ørindið okkum um lívið í paradísinum? (w17.04-D 11 stk. 9)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. (lmd partur 1, punkt 3)

5. Fyrilestur

(5 min.) ijwbv grein 26-D – Evni: Hvat merkir tað, sum stendur í Sálmi 46:11? (th venjing 18)

6. Fortel øðrum um tína trúgv

(4 min.) Sýning. ijwyp grein 59 – Evni: Hvat er tín áskoðan á homoseksualitet? (lmd partur 6, punkt 5)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 131

7. Blív við at vísa, at tú ert góður við tín hjúnafelaga

(10 min.) Orðaskifti.

Eitt brúdleyp er nakað heilt serligt. (Slm 45:14-16) Brúdleypsdagurin er ofta ein tann besti dagurin í lívinum hjá einum pari. Men hvussu kunnu tey blíva við at hava tað gott saman? – Præd 9:9.

Tað er neyðugt at blíva við at vísa, at mann er góður við sín hjúnafelaga. Vit kunnu læra av Ísaki og Rebekku. Bíblian vísir, at sjálvt um tey høvdu verið gift í meira enn 30 ár, vístu tey enn, at tey vóru góð við hvønn annan. (1Mós 26:8) Hvat kann hjálpa pørum at taka eftir teimum?

Vís VIDEOIÐ Hemmeligheden bag et lykkeligt ægteskab: Vis din kærlighed. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvat kann gera, at tvey, sum eru gift, spakuliga glíða frá hvørjum øðrum?

  • Hvat kunnu hjúnafelagar gera fyri at fáa hvønn annan at føla seg elskaðan? – Áps 20:35

8. Samkoman leggur til rættis

(5 min.)

9. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 111 og bøn