Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

6.-12. mai

SÁLMUR 36-37

6.-12. mai

Sangur nr. 87 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. „Ilskast ikki um hini óndu“

(10 min.)

Ónd menniskju eru orsøk til nógva sorg og pínu (Slm 36:2-5; w17.04-D 10 stk. 4)

Tað er skaðiligt fyri okkum at ganga og vera ill inn á tey óndu (Slm 37:1, 7, 8; w22.06 10 stk. 10)

Tá ið vit líta á, at Jehova fer at gera tað, sum hann hevur lovað, gevur tað okkum innara frið (Slm 37:10, 11; w03-D 1/12 13 stk. 20)

SPYR TEG SJÁLVAN: Eri eg for upptikin av tíðindum um harðskap og órættvísi?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 36:7 – Hvat hevur sálmaskaldið møguliga meint við, tá ið hann skrivaði, at Guds rættvísi er sum „fjøll Guds“? (it-1-D 302 stk. 2)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. (lmd partur 1, punkt 5)

5. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Bjóða einum, sum fyrr hevur sagt nei takk, eitt bíbliuskeið. (lmd partur 9, punkt 4)

6. Fyrilestur

(5 min.) ijwbv grein 45-D – Evni: Hvat merkir tað, sum stendur í Sálmi 37:4? (th venjing 13)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 33

7. Vit mugu fyrireika okkum til ’neyðartíðir’

(15 min.) Orðaskifti.

Náttúruvanlukkur og vanlukkur, sum menniskju eru orsøk til, ávirka okkara brøður og systrar um allan heimin. Summi hava mist hús og heim, onnur hava enntá mist nøkur av sínum kæru. (Slm 9:10, 11) ’Neyðartíðir’ kunnu raka okkum øll, og tí mugu vit fyrireika okkum.

Umframt at hava ymiskar neyðsynjarvørur á goymslu, a hvat kann so hjálpa okkum at klára eina vanlukku?

  • Vit mugu fyrireika okkum mentalt: Tað er viktigt, at vit síggja í eyguni, at vanlukkur henda, og umhugsa, hvat vit skulu gera, viss tað sker, har sum vit búgva. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki eru alt for góð við tað, sum vit eiga. So verður tað lættari at fokusera upp á at bjarga okkum sjálvum og øðrum, heldur enn at royna at bjarga okkara tingum. (1Mós 19:16; Slm 36:10) Og so verður tað heldur ikki so tungt, viss vit missa tað, sum vit eiga. – Slm 37:19

  • Vit mugu fyrireika okkum andaliga: Vit mugu styrkja okkara álit á, at Jehova bæði kann og vil syrgja fyri okkum. (Slm 37:18) Áðrenn ein vanlukka rakar, er tað gott, at vit minna okkum sjálvi á, at Jehova fer at hjálpa okkum og leiða okkum, eisini um vit missa alt. – Jer 45:5; Slm 37:23, 24

Tá ið vit fokusera upp á lyftini, sum Jehova hevur givið okkum, gera vit hann til okkara ’sterku vernd á neyðarstund’. – Slm 37:39.

Hygg at VIDEONUM Er du forberedt på en katastrofe? Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu kann Jehova hjálpa okkum, tá ið ein vanlukka rakar?

  • Hvussu kunnu vit fyrireika okkum?

  • Hvussu kunnu vit hjálpa teimum, sum hava verið fyri eini vanlukku?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 57 og bøn