Job var ólastandi undir royndum
Job búði í Uzlandi, tá ið ísraelsmenn vóru trælir í Egyptalandi. Job var ikki ísraelsmaður, men hann var ein trúfastur tænari hjá Jehova. Hann hevði eina stóra familju, stórt ríkidømi og nógv at siga í samfelagnum. Hann var høgt í metum sum ráðgevi og ein óheftur dómari. Hann var gávumildur móti teimum fátæku og teimum, sum vóru í neyð. Job var ein ólastandi maður.
Job vísti greitt, at Jehova var tann týdningarmesti persónurin í hansara lívi
-
Satan legði til merkis, at Job var ólastandi. Hann noktaði ikki fyri, at Job var Gudi lýðin; nei, hann sáddi iva um, hví Job var lýðin
-
Satan helt upp á, at Job bara tænti Jehova, tí at hann sjálvur fekk nakað burturúr
-
Fyri at svara ákæruni hjá Satani, loyvdi Jehova honum at gera seg inn á trúfasta mannin Job. Satan royndi at oyðileggja alt fyri hann
-
Tá ið Job varð verandi sakleysur, setti Satan spurnartekn við sakloysið hjá øllum menniskjum
-
Job syndaði ikki, og hann ákærdi ei heldur Gud fyri at gera nakað skeivt