Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Endurloysingin gevur grundarlag fyri uppreisnini

Endurloysingin gevur grundarlag fyri uppreisnini

Minningarhøgtíðin er eitt gott høvi at hugsa um komandi signingar, sum endurloysingin gevur grundarlag fyri. Uppreisnin er ein av teimum. Jehova ætlaði ongantíð, at menniskju skuldu doyggja. Tí er tað at missa ein kæran eitt tað ringasta, vit kunnu vera fyri. (1Kor 15:26) Tað píndi Jesus at síggja sínar lærisveinar syrgja um Lazarus. (Jóh 11:33-35) Jesus er ein fullkomin mynd av Faðir sínum, so vit kunnu vera vís í, at tað eisini pínir Jehova at síggja okkum syrgja, tá ið vit hava mist. (Jóh 14:7) Jehova gleðir seg inniliga til at reisa sínar tænarar upp. Vit kunnu eisini gleða okkum til ta løtuna. – Job 14:14, 15.

Jehova er skils Gud, so tað er sannlíkt, at uppreisnin fer fram við skili. (1Kor 14:33, 40) Ongar jarðarferðir verða, men í staðin fara vit kanska at møtast fyri at bjóða teimum upprisnu vælkomnum. Grundar tú um uppreisnina, serliga tá ið tú ert í sorg? (2Kor 4:17, 18) Takkar tú Jehova fyri, at hann hevur fingið endurloysingina til vegar, og fyri at hann í Bíbliuni fortelur okkum, at tey deyðu fáa lívið aftur? – Kol 3:15.

  • Hvørjar vinir og hvørji í tíni familju gleðir tú teg mest til at síggja aftur?

  • Hvørjar persónar í Bíbliuni gleðir tú teg serliga til at møta og tosa við?