7.-13. mars
ESTER 6-10
Sangur nr. 131 og bøn
Innleiðandi viðmerkingar (3 min. ella minni)
DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
„Ester hugsaði meira um Jehova og hansara fólk enn um seg sjálva“ (10 min.)
Est 8:3, 4 – Hóast Ester var trygg, vágaði hon lív sítt fyri onnur (ia 143 stk. 24-25)
Est 8:5 – Ester var skynsom, tá ið hon tosaði við Ahasverus (w06 1/3 11 stk. 8)
Est 8:17 – Nógv tóku við jødiskari trúgv (w06 1/3 11 stk. 3)
Leita eftir andaligum gimsteinum (8 min.)
Est 8:1, 2 – Tá ið Jákup lá fyri deyðanum, bar hann fram eina profeti um, at Benjamin skuldi ’skifta út fong um kvøldið’. Hvussu gekk hon út? (ia 142, ramman)
Est 9:10, 15, 16 – Hví tóku jødarnir ikki herfong, tá ið kongsins boð góvu teimum heimild at gera tað? (w06 1/3 11 stk. 4)
Hvat hevur bíbliulesingin hesa vikuna lært meg um Jehova?
Hvat úr bíbliulesingini hesa vikuna kann eg brúka í boðanini?
Upplestur úr Bíbliuni: Est 8:1-9 (4 min. ella minni)
GER FRAMSTIG Í BOÐANINI
Framløguuppskotini henda mánaðin (15 min.) Orðaskifti. Vís filmarnar við framløguuppskotunum, og tosa um høvuðspunktini. Tosa síðani um greinina „Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Ger tína egnu framløgu til bløðini.“
LÍVIÐ SUM KRISTIN
„Bjóða okkara gestum vælkomnum“ (15 min.) Orðaskifti. Lat boðarar siga frá, hvussu væl tað eydnaðist, tá ið teir á einari minningarhøgtíð tóku stig til at bjóða gestum vælkomnum. Vís eina góða uppliving í einari sýning.
Samkomubíbliulestur: ia kap. 10 stk. 12-21 og endurtøkuspurningarnar (30 min.)
Tak samanum, og sig í stuttum frá skránni í næstu viku (3 min.)
Sangur nr. 147 og bøn