Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Lurta eftir Gudi – Hvussu brúka vit heftið?

Lurta eftir Gudi – Hvussu brúka vit heftið?

Heftið, Lurta eftir Gudi (ikki á føroyskum), er gjørt soleiðis, at tað ber til at læra tey, sum hava ilt við at lesa, grundleggjandi sannleikar í Bíbliuni við at brúka myndir. Hvør partur er tvær síður við sera góðum myndum, sum eru lættar at skilja, og pílar vísa í hvørjari raðfylgju myndirnar skulu viðgerast.

Myndirnar í heftunum Lurta eftir Gudi og fá ævigt lív og Lurta eftir Gudi eru tær somu, men í heftinum Lurta eftir Gudi og fá ævigt lív er meira tekstur, og tí kann tað brúkast til tey, sum hava ein vissan lesiførleika. Boðarar velja ofta at brúka hetta heftið, tá ið næmingurin brúkar Lurta eftir Gudi. Á fleiri av síðunum er eisini ein ramma við eyka upplýsingum, sum kunnu viðgerast alt eftir førleikanum hjá næminginum.

Tú kanst altíð bjóða hesi bæði heftini, eisini sjálvt um tey ikki eru mánaðartilboð. Tá ið tú leiðir ein bíbliulestur, kanst tú brúka myndirnar til at lýsa frásøgurnar í Bíbliuni. Set spurningar, sum fáa næmingin at siga sína hugsan, og tryggja tær, at hann skilur tilfarið. Les og tosa um skriftstøðini, sum standa niðast á hvørjari síðu. Tá ið alt heftið er viðgjørt, kanst tú lesa Hvat lærir Bíblian veruliga? við næminginum og soleiðis hjálpa honum at gerast til reiðar til dóp.