Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Skriva góð brøv

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Skriva góð brøv

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Fyrra Korintbræv er eitt av teimum 14 brøvunum, sum Paulus ápostul skrivaði fyri at styrkja sínar trúarfelagar. Skrivar tú eitt bræv, hevur tú stundir at velja tíni orð við nærlagni, og hann, sum fær brævið, kann lesa tað umaftur og umaftur. At skriva brøv er ein góður máti at boða fyri familju og kenningum. Tað er eisini ein góður máti at røkka teimum, sum vit ikki eru før fyri at hitta persónliga. Onkur hevur kanska víst áhuga, men er ringur at hitta aftur. Onnur eru ring at røkka, tí tey búgva í avbyrgdum økjum. Hvat er gott at hava í huga, serliga tá ið tú skrivar til ein, sum tú ikki kennir?

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Skriva tað sama, sum tú vildi sagt. Byrja við at skriva, hvør tú ert, og ger greitt, hví tú skrivar. Tú kanst kanska seta ein spurning, sum viðkomandi kann hugsa um, og vísa til okkara heimasíðu. Greið síðani frá, at vit bjóða fólki bíbliuskeið, og nevn heitini á nøkrum kapitlum í onkrum av okkara lestrartilfari. Tú kanst eisini leggja lesnað við, sum til dømis eitt visittkort, eina innbjóðing ella ein faldara

  • Ger tað stutt. Er brævið ov langt, tímir móttakarin kanska ikki at lesa tað. – Hygg at døminum

  • Rættles brævið fyri villur, og tryggja tær, at tað sær pent út og er lætt at lesa. Tað skal eisini vera vinaligt, fólkaligt og positivt. Set rætt postgjald á