LÍVIÐ SUM KRISTIN
Soleiðis skrivar tú eitt bræv
-
Skriva tína egnu adressu sum avsendara. Kennir tú teg ikki tryggan við at brúka tína egnu adressu, kanst tú biðja teir elstu um loyvi at skriva adressuna hjá ríkissalinum. Men tú mást ONGANTÍÐ skriva adressuna hjá deildarskrivstovuni sum avsendara.
-
Veitst tú, hvussu móttakarin eitur, eigur tú at brúka hansara navn. So sær hann, at brævið er til hansara persónliga.
-
Gev tær far um staving, mállæru og teknseting. Brævið eigur at vera snøgt, ikki óruddiligt. Um tað er skrivað við hond, skal tað vera lætt at lesa. Málburðurin eigur hvørki at vera ov gerandisligur ella ov hátíðarligur.
Brævið, ið verður brúkt sum dømi, vísir, hvussu vit kunnu gera. Ætlanin er ikki, at tað skal skrivast av orð fyri orð, hvørja ferð tú skrivar til onkran í økinum. Laga brævið eftir endamálinum, lokalum siðum og umstøðum.