Hvat vil tað siga at vísa kristnan kærleika?
Tá ið vit eru fyri órætti, fær kristni kærleikin okkum at gera meira enn bara at lata vera við at hevna okkum. „Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“ (Róm 12:20) Tá ið vit eru vinalig móti onkrum, sum hevur gjørt okkum órætt, kann tað enntá fáa viðkomandi at angra tað, hann hevur gjørt.
Hvussu hevði tú tað, tá ið ein, sum tú komst til at særa, var vinaligur við teg?