LÍVIÐ SUM KRISTIN
Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Boða fyri blindum
HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Nógv blind kenna seg ótrygg at tosa við fremmand fólk. Tí krevur tað nakað eyka av okkum at boða fyri teimum. Jehova hevur umsorgan fyri teimum blindu. (3Mós 19:14) Vit kunnu taka eftir Jehova við at royna at hjálpa blindum at læra hann at kenna.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
-
’Spyr eftir’ teimum, sum eru blind. (Mt 10:11) Veitst tú um onkran, sum er í familju við ein blindan? Eru skúlar, røktarheim ella aðrir stovnar, sum kundu hugsað sær tilfar, ið er ætlað blindum?
-
Vís persónligan áhuga. Tá ið tú ert vinarligur og vísir persónligan áhuga, fer tann blindi helst at kenna seg væl. Royn at fáa eitt prát í lag um eitt viðkomandi evni
-
Gev andaliga hjálp. Fyri at hjálpa teimum, sum eru blind ella sjónveik, hevur samskipanin framleitt lesnað í ymiskum formatum. Spyr tann blinda, hvat honum dámar best at brúka. Tænastuumsjónarmaðurin má tryggja sær, at lesnaður verður bílagdur í tí formatinum, sum ein blindur velur