Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvørjum fert tú at bjóða?

Hvørjum fert tú at bjóða?

Á hvørjum ári gera vit nógv burtur úr at bjóða fólki í økinum til minningarhøgtíðina. Oftast eru tað fólk, sum vit ikki kenna. Men vit eiga eisini at bjóða teimum, sum vit kenna. Tað er meira sannlíkt, at fólk koma við, um tey kenna tann, ið bjóðaði teimum. (yb08-D 11 stk. 3; 14 stk. 1) Hvørjum kanst tú bjóða?

  • Skyldfólki

  • Arbeiðs- ella skúlafelagum

  • Grannum

  • Afturvitjanum og teimum, sum tú lesur ella hevur lisið Bíbliuna saman við

Haraftrat fara teir elstu at bjóða teimum, sum eru óvirkin. Men hvat nú um ein, tú gjarna vilt bjóða, ikki býr í økinum? Á jw.org kanst tú kanna, nær og hvar minningarhøgtíðin verður, har sum hann býr, við at klikkja á UM OKKUM og síðani „Minningarhøgtíð“. Tá ið tú fyrireikar teg til minningarhøgtíðina, er tað gott at hugsa um, hvørjum tú kanst bjóða og so bjóða teimum.