Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hugsa teg um, tá ið tú velur vinir

Hugsa teg um, tá ið tú velur vinir

Kristin kunnu læra av tí, sum hendi ísraelitum á Móabsheiðum. (1Kor 10:6, 8, 11) Summir ísraelitar byrjaðu at vera saman við móabitiskum kvinnum, sum vóru ómoralskar og dyrkaðu avgudar. Teir blivu lokkaðir at synda álvarsliga, og tað hevði ræðuligar avleiðingar við sær. (4Mós 25:9) Vit eru umgyrd av arbeiðsfelagum, skúlafelagum, grannum, familju og øðrum, sum ikki tæna Jehova. Hvat lærir henda frásøgan okkum um vandarnar við at vera vinir við nøkur, sum ikki tæna Jehova?

HYGG AT VIDEONUM ADVARENDE EKSEMPLER FOR VOR TID – UDDRAG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørja skeiva tankagongd høvdu Zimri og hinir, og hvat søgdu teir við Jamin?

  • Hvussu hjálpti Pinehas Jamini at fáa røttu áskoðanina?

  • Hvat er munurin á at vera vinarligur við ein, sum ikki tænir Jehova, og at vera vinur við hann?

  • Hví skulu vit hugsa okkum væl um, tá ið vit velja vinir, enntá í samkomuni?

  • Hví skulu vit ikki kjatta við fólk, sum vit ikki kenna, á sosialu miðlunum?