Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Eg eri arvur tín

Eg eri arvur tín

Jehova gav prestunum og levitunum ein serligan framíhjárætt (4Mós 18:6, 7)

Levi ætt fekk onga jørð, men Jehova var teirra arvur (4Mós 18:20, 24; w11-D 15/9 13 stk. 9)

Tjóðin stuðlaði levitunum og prestunum við at geva teimum ein tíggjundapart av grøðini (4Mós 18:21, 26, 27; w11-D 15/9 7 stk. 4)

Jehova lovaði prestunum og levitunum, at hann skuldi geva teimum tað, sum teir høvdu brúk fyri. Og vit kunnu líta á, at Jehova fer at syrgja fyri okkum, tá ið vit ofra okkum í tænastuni fyri honum.