LÍVIÐ SUM KRISTIN
Allar royndir fáa ein enda
Tá ið vit eru fyri royndum, kunnu vit lættliga missa mótið, serliga tá ið royndirnar síggja út til at blíva við. Saul kongur gjørdi lívið trupult hjá Dávidi, men Dávid visti, at støðan fór at blíva betri, og at hann fór at blíva kongur, akkurát sum Jehova hevði lovað. (1Sám 16:13) Trúgvin hjá Dávidi hjálpti honum at vera tolin og bíða eftir Jehova.
Tá ið vit eru fyri royndum, kunnu vit í summum førum gera nakað fyri at bøta um støðuna við at brúka okkara vit og skil. (1Sám 21:12-14; Orð 1:4) Men í øðrum førum ber tað ikki til, sjálvt um vit gera alt tað, vit eru ment. Tá mugu vit vera tolin og bíða eftir Jehova. Skjótt fer hann at gera enda á øllum okkara trupulleikum og „turka hvørt tár“ av eygum okkara. (Opb 21:4) Óansæð um okkara trupulleikar verða loystir, tí Jehova leggur uppí, ella tí okkurt annað hendir, kunnu vit líta á hetta: Allar royndir fáa ein enda! Er tað ikki uggandi?
HYGG AT VIDEONUM ET FORENET FOLK I EN SPLITTET VERDEN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørjar avbjóðingar høvdu okkara brøður og systrar í suðurstatunum í USA?
-
Hvussu vístu tey tol og kærleika?
-
Hvussu fokuseraðu tey upp á tað, sum hevur størstan týdning? – Flp 1:10