LÍVIÐ SUM KRISTIN
Vís, at tú lítur á Jehova upp á hesar tríggjar mátarnar
Dávid vann á Goliati, tí hann hevði álit á Jehova. (1Sám 17:45) Jehova vil gjarna brúka sína styrki til at hjálpa øllum sínum tænarum. (2Kr 16:9) Hvussu kunnu vit vísa, at vit líta á Jehova og ikki á okkum sjálvi? Her eru tríggir mátar:
-
Bið ofta. Bið ikki bara um fyrigeving, tá ið tú hevur gjørt okkurt galið, men bið eisini um styrki til at gera tað rætta, tá ið tú verður freistaður. (Mt 6:12, 13) Bið ikki bara Jehova signa tær avgerðirnar, tú longu hevur tikið, men bið hann eisini um vísdóm og vegleiðing, áðrenn tú tekur avgerðir. – Ják 1:5
-
Ger tað til ein vana at lesa í Bíbliuni og studera. Les í Bíbliuni hvønn dag. (Slm 1:2) Gev tær stundir at hugsa um tað, tú lesur í Bíbliuni, og brúka tað, tú lærir. (Ják 1:23-25) Fyrireika teg til boðanina í staðin fyri at siga tað sama, sum tú plagar. Fyrireika teg væl til møtini, so tú fært alt við.
-
Arbeið saman við samskipanini hjá Jehova. Fylg væl við vegleiðingini frá samskipanini, og ver skjótur at fylgja henni. (4Mós 9:17) Lurta eftir ráðunum og vegleiðingini frá teimum elstu. – Heb 13:17
HYGG AT VIDEONUM INGEN GRUND TIL AT FRYGTE FORFØLGELSE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
• Hvørjum vóru brøðurnir og systrarnar bangin fyri?
• Hvat hjálpti teimum at vinna á óttanum?