GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI
Hjálp tínum bíbliulestrarnæmingi at fáa eitt tætt samband við Jehova
Jehova vil, at vit skulu tæna honum av kærleika. (Mt 22:37, 38) Tað er kærleikin til Gud, sum gevur okkara næmingum styrki til at gera tær neyðugu broytingarnar og standa fastir undir royndum. (1Jóh 5:3) Og tað er eisini kærleikin til Gud, sum fær teir at lata seg doypa.
Hjálp næminginum at skilja, at Gud elskar hann. Set honum spurningar sum: „Hvat lærir hetta teg um Jehova?“ ella „Hvussu vísir hetta, at Gud elskar teg?“ Hjálp næminginum at síggja, hvussu Jehova hjálpir honum. (2Kr 16:9) Fortel honum, hvussu Jehova á ymiskan hátt hevur svarað tínum bønum, og bið hann hava eyga fyri, hvussu Jehova svarar hansara bønum. Vit verða so glað, tá ið okkara næmingur skilur, at Jehova elskar hann. Og vit verða ikki minni glað, tá ið hann við sínum gerðum vísir, at hann vil vera vinur við Jehova.
HYGG AT VIDEONUM HJÆLP DIN BIBELSTUDIEELEV TIL AT FÅ ET NÆRT FORHOLD TIL JEHOVA, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørja avbjóðing hevði Lærke?
-
Hvussu hjálpti Nellie Lærke?
-
Hvussu kláraði Lærke avbjóðingina?