DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Loypur tú framav?
Tað, sum Dávid bað Nabal um, var ikki órímiligt, men Nabal vildi ikki hjálpa honum og niðurgjørdi hann (1Sám 25:7-11; ia 78 stk. 10-12)
Fyrsti tankin hjá Dávidi var at drepa Nabal og allar menn hansara (1Sám 25:13, 21, 22)
Abigajil hjálpti Dávidi, so hann ikki leyp framav og fekk blóðskyld oman yvir seg (1Sám 25:25, 26, 32, 33; ia 80 stk. 18)
SPYR TEG SJÁLVAN: ’Hvussu reageri eg, tá ið eg blívi illur ella eri mótleysur? Havi eg lyndi til at leypa framav, ella steðgi eg á og hugsi um avleiðingarnar? Og hvussu tá ið eg fái hug at keypa okkurt? Hugsi eg meg væl um áðrenn?’ – Orð 15:28; 22:3.