GER FRAMSTIG Í BOÐANINI
Uppskot til samrøður
Innbjóðing til minningarhøgtíðina (19. mars – 15. apríl)
„Vit vilja gjarna bjóða tær á eitt serligt møti, sum verður hildið ársdagin fyri Jesu deyða. Kring heimin fara milliónir at koma saman hetta kvøldið.“ Gev [ella send] tí vitjaða eina prentaða ella elektroniska innbjóðing. „Á innbjóðingini stendur, nær og hvar hetta møtið verður her á staðnum [ella hvussu tú kanst luttaka á netinum]. Vit bjóða tær eisini til ein serligan fyrilestur í vikuskiftinum frammanundan.“
Tá ið onkur vísir áhuga: Vís [ella send] videoið Minst til deyða Jesusar.
Næstu ferð: Hví doyði Jesus?