LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvussu brúka vit videoini um bíbliuskeið?
Vit hava fýra video um bíbliuskeið, sum vit kunnu brúka í boðanini. Hvat endamál hava tey?
-
Endamálið við Hví kanna Bíbliuna? – full longd er at vekja áhuga fyri Bíbliuni, uttan mun til hvørja trúgv fólk hava. Videoið eggjar fólki til at leita eftir svari upp á lívsins stóru spurningar í Bíbliuni, og í videonum er eisini eitt dømi um, hvussu logisk Bíblian er. Og so forklárar tað, hvussu mann kann fáa eitt bíbliuskeið.
-
Videoið Hví kanna Bíbliuna? (stytt útgáva) minnir um tað, sum er í fullari longd, men tekur bara umleið ein triðing av tíðini. Henda útgávan riggar kanska betur at brúka í økjum, har fólk hava skund.
-
Endamálið við Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg? er at vekja áhuga fyri okkara ókeypis bíbliuskeiði og at svara nøkrum vanligum spurningum, millum annað um hvussu mann kann fáa eitt bíbliuskeið.
-
Vælkomin á bíbliuskeið er eitt video, sum mann kann vísa bíbliulestrarnæmingum. Bókin Eitt gott lív nú og í allar ævir vísir til videoið á síðu tvey, men mann kann sjálvandi eisini vísa tað, tá ið mann lesur heftið við næminginum. Videoið vísir í stuttum, hvat bókin inniheldur, og hvat næmingurin kann vænta sær av skeiðnum.
Sjálvt um videoini hava hvørt sítt endamál, kunnu vit altíð vísa tey, tá ið tað er hóskandi. Og tí er tað gott, at vit seta okkum væl inn í tey, so vit vita, nær vit kunnu brúka tey.