Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu kunnu vit hjálpa, tá ið ein vanlukka rakar?

Hvussu kunnu vit hjálpa, tá ið ein vanlukka rakar?

Náttúruvanlukkur henda oftari nú enn fyrr. Tá ið sovorðnar vanlukkur raka, er tað viktigt, at neyðhjálpin er væl skipað og gongur skjótt fyri seg. Tí hevur stýrandi ráðið syrgt fyri, at ein neyðhjálpardeild er á øllum deildarskrivstovum.

Tá ið brøðurnir í neyðhjálpardeildini hoyra um eina vanlukku, seta teir seg beinanvegin í samband við teir elstu á staðnum fyri at finna út av, hvat boðararnir hava brúk fyri. Um skaðin er so stórur, at teir lokalu brøðurnir ikki klára at taka sær av tí, sendir deildarskrivstovan skikkaðar brøður, sum kunnu skipa neyðhjálpararbeiðið. Hesir brøðurnir biðja kanska um fleiri hjálparfólk ella ávísar lutir. Tað kann eisini vera, at teir keypa ymiskar vørur og býta tær út lokalt.

Tað hevur nógvar fyrimunir at skipa neyðhjálpina upp á henda mátan. Tí so slepst undan dupultarbeiði, ruðuleika og spill av pengum og tilfari, sum annars lætt kann verða úrslitið, tá ið brøður sjálvir taka stig til at hjálpa.

Brøður, sum hava fingið hesa uppgávuna frá deildarskrivstovuni, gera av, hvussu nógvir pengar og hvussu nógv hjálparfólk skulu til. Teir seta seg eisini í samband við lokalu myndugleikarnar, sum ofta kunnu syrgja fyri, at okkara neyðhjálpararbeiði gongur skjótari fyri seg. Tí eigur eingin at samla pengar inn, senda neyðhjálp ella fara til tað rakta økið, uttan so at tey eru biðin um at gera tað.

Men sjálvandi hava vit hug at hjálpa, tá ið ein vanlukka hendir. (Heb 13:16) Vit elska jú okkara brøður og systrar. So hvat kunnu vit gera? Tað besta, vit kunnu gera, er at biðja fyri teimum, sum eru rakt av vanlukkuni, og fyri teimum, sum syrgja fyri neyðhjálpini. Vit kunnu eisini lata stuðul til heimsumfatandi arbeiðið. Av tí at deildarskrivstovurnar eru undir stýrandi ráðnum, vita tær best, hvar stuðulin gagnar mest. Og viss vit gjarna vilja hjálpa til í sjálvum arbeiðinum, kunnu vit útfylla umsóknina Ansøgning om at blive frivillig byggearbejder under Den Lokale Bygge- og Projekteringsafdeling (DC-50).

HYGG AT VIDEONUM ØDELÆGGENDE OVERSVØMMELSER I BRASILIEN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGINUM:

Hvat heldur tú var serliga gott í sambandi við neyðhjálpararbeiðið eftir vatnflóðina í Brasil í 2020?