29. apríl – 5. mai
SÁLMUR 34-35
Sangur nr. 10 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)
1. Prísa Jehova hvønn dag
(10 min.)
Dávid prísaði Jehova, eisini tá ið hann hevði trupulleikar (Slm 34:2; w07-D 1/3 22 stk. 11)
Dávid reypaði ikki av sær sjálvum, men hann fortaldi um, hvussu fantastiskur Jehova var (Slm 34:3-5; w07-D 1/3 22 stk. 13)
Tað uppmuntraði onnur, at Dávid prísaði Jehova (Slm 34:6; w07-D 1/3 23 stk. 15)
Eftir at Dávid var sloppin burtur frá Abimelek, flýddi hann út í oyðimørkina, og 400 menn, sum ikki vóru nøgdir við Saul, hildu seg til hansara. (1Sám 22:1, 2) Dávid hevur kanska hugsað um hesar menninar, tá ið hann skrivaði henda sálmin. – Slm 34:1.
SPYR TEG SJÁLVAN: Hvussu kann eg prísa Jehova, tá ið eg tosi við onnur á møtinum?
2. Andaligir gimsteinar
(10 min.)
-
Slm 35:19 – Hvat merkir tað, tá ið Dávid bað Jehova um ikki at lata teir, sum hata hann, „blunka við eyganum“? (w06-D 15/5 20 stk. 1)
-
Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
3. Upplestur úr Bíbliuni
(4 min.) Slm 34:1-23 (th venjing 5)
4. Byrja eitt prát
(2 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Prátið endar, áðrenn tú fært boðað. (lmd partur 1, punkt 4)
5. Menn áhugan
(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. (lmd partur 2, punkt 4)
6. Fortel øðrum um tína trúgv
(5 min.) Sýning. ijwfq 59 – Evni: Hvussu gera Jehova vitni av, um tey skulu halda eina ávísa høgtíð? (th venjing 17)
Sangur nr. 59
7. Hvussu kunnu vit prísa Jehova á møtunum?
(15 min.) Orðaskifti.
Vit hava góðar møguleikar at prísa Jehova á møtunum. Her eru tríggir mátar.
Tosa við onnur: Jehova ger so nógv gott fyri okkum, sum vit kunnu tosa við onnur um. (Slm 145:1, 7) Hevur tú til dømis hoyrt ella lisið okkurt, sum tú ert glaður fyri? Hevur tú upplivað nakað gott í boðanini? Hevur onkur gjørt ella sagt okkurt, sum hevur uppmuntrað teg? Hevur tú lagt merki til okkurt í skapanarverkinum, sum hevur imponerað teg? Alt hetta eru gávur frá Jehova. (Ják 1:17) Viss tú kemur í nóg góðari tíð, hevur tú tíð at práta við onnur.
Svara: Royn at svara í minsta lagi eina ferð á hvørjum møti. (Slm 26:12) Tú kanst svara beinleiðis upp á spurningin ella viðmerkja ein annan tanka í stykkinum. Tú kanst eisini nevna eitt bíbliuørindi, siga okkurt um myndirnar, ella um hvussu mann kann brúka upplýsingarnar. Tað eru helst fleiri, sum rætta hondina upp samstundis, og tí er tað gott, viss tú hevur fyrireikað fleiri svar. Viss okkara svar ikki varir longri enn 30 sekund, sleppa fleiri at „bera Gudi fram lovoffur“. – Heb 13:15.
Syng við: Syng væl við. (Slm 147:1) Tað er ikki sikkurt, at tú sleppur at svara, hvørja ferð tú ert á møti, serliga viss tú ert í einari stórari samkomu, men tú kanst altíð syngja við. Sjálvt um tú ikki heldur, at tú dugir so væl at syngja, so gleðir tað Jehova, tá ið tú gert títt besta. (2Kor 8:12) Tú kanst fyrireika teg við at øva sangirnar heima.
Vís VIDEOIÐ Vores levende historie – Sang og musik, 1. del. Set síðani henda spurningin:
Hvussu hevur samskipanin hjá Jehova í nýggjari tíð víst, at tað er viktigt at prísa Jehova í sangi?
8. Samkomubíbliulestur
(30 min.) bt kap. 9 stk. 1-7, inngangin til 3. part og ramman á s. 70