Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

4.-10. mars

SÁLMUR 16-17

4.-10. mars

Sangur nr. 111 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Alt tað góða kemur frá Jehova

(10 min.)

Vit blíva glað, tá ið vit hava vinir, sum tæna Jehova (Slm 16:2, 3; w18.12-D 26 stk. 11)

Vit blíva nøgd, tá ið vit hava gott samband við Jehova (Slm 16:5, 6; w14-D 15/2 29 stk. 4)

Vit eru trygg, tí Jehova verjir okkum andaliga (Slm 16:8, 9; w08-D 15/2 3 stk. 2-3)

Vit fáa eitt gott lív, tá ið vit sum Dávid fokusera upp á at tilbiðja Jehova – alt tað góða, sum vit hava, kemur jú frá honum.

SPYR TEG SJÁLVAN: Hví er lívið hjá mær betri nú, enn áðrenn eg lærdi sannleikan at kenna?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 17:8 – Hvat merkir orðingin ’eygnasteinur tín’? (it-2-D 1210 stk. 2-3)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(1 min.) HÚS ÚR HÚSI. Gev tí vitjaða eina innbjóðing til minningarhøgtíðina. (th venjing 11)

5. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Gev tí vitjaða eina innbjóðing til minningarhøgtíðina. Legg upp til og tosa um videoið Minst til deyða Jesusar, eftir at tann vitjaði hevur víst áhuga. (th venjing 9)

6. Byrja eitt prát

(2 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Gev honum, sum tú tosar við, eina innbjóðing til minningarhøgtíðina. (th venjing 2)

7. Ger lærisveinar

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 20

8. Hvussu kunnu vit fyrireika okkum til minningarhøgtíðina?

(15 min.) Orðaskifti.

Vit gera eftir boðunum hjá Jesusi, og tí fara vit sunnudagin 24. mars at minnast deyða Jesusar og tann stóra kærleikan, sum Jehova og Jesus hava víst. (Luk 22:19; Jóh 3:16; 15:13) Men hvussu kunnu vit fyrireika okkum til hetta serliga kvøldið?

  • Ver so nógv við sum møguligt í átakinum at bjóða fólki at koma til serfyrilesturin og á minningarhøgtíðina. Ger ein lista við teimum, sum tú ætlar tær at bjóða. Viss onkur av teimum ikki býr í okkara øki, kanst tú fara inn á jw.org fyri at finna út av, nær og hvar møtið verður hildið, har sum tey búgva

  • Ver meira við í boðanini í mars og apríl. Kanst tú vera hjálparpionerur antin 15 ella 30 tímar?

  • Byrja 18. mars at lesa um tað, sum hendi í Jesu lívi ta síðstu vikuna, hann var á jørðini. Tú kanst sjálvur meta um, hvussu nógv tú skalt lesa hvønn dag úr „Bíbliulesiætlanini til minningarhøgtíðina 2024“ á síðunum 6-7

  • Hygg at serliga dagstekstinum, sum er á jw.org, tann dagin minningarhøgtíðin er

  • Tak væl ímóti teimum, sum eru óvirkin ella sum eru á minningarhøgtíðini fyri fyrstu ferð. Eftir minningarhøgtíðina kanst tú tosa við tey og vita, um tey hava nakrar spurningar. Avtala, at tú setur teg í samband við tey, so tey kunnu fáa meira at vita

  • Hugsa um loysigjaldið í tíðini áðrenn og aftan á minningarhøgtíðina

Vís VIDEOIÐ Minst til deyða Jesusar. Set síðani henda spurningin:

Hvussu kunnu vit brúka hetta videoið í átakinum?

9. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 73 og bøn