Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu kunnu vit brúka bókina What Can the Bible Teach Us?

Hvussu kunnu vit brúka bókina What Can the Bible Teach Us?

Bókin What Can the Bible Teach Us? (ikki á føroyskum enn) og bókin Hvat lærir Bíblian veruliga? minna um hvørja aðra. Hesar báðar bøkurnar úr okkara amboðskassa við undirvísingartilfari vísa á teir somu sannleikarnar og í somu raðfylgju. Men What Can the Bible Teach Us? brúkar eitt meira einfalt mál og er lættari at skilja. Hon er ætlað teimum, sum kanska ikki halda, at tað er so lætt at skilja bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? Í What Can the Bible Teach Us? er einki uppískoyti, men har eru endagreinir, sum forklára nakrar av orðingunum og hugtøkunum í høvuðstekstinum upp á ein einfaldan máta. Eingir innleiðandi spurningar eru fyrst í kapitlunum og heldur eingin endurtøkuramma. Men eftir hvønn kapittul er ein samandráttur av bíbilskum sannleikum, sum vóru viðgjørdir í kapitlinum. Eins og vit altíð kunnu bjóða Hvat lærir Bíblian veruliga? kunnu vit eisini altíð bjóða What Can the Bible Teach Us? uttan mun til hvat tilboðið er tann mánaðin. Hvussu kunnu vit brúka What Can the Bible Teach Us? tá ið vit leiða ein bíbliulestur?

SAMANDRÁTTUR: Tá ið vit leiða ein bíbliulestur, riggar tað sum oftast væl at gera, sum vit plaga, har vit lesa eitt stykki í Hvat lærir Bíblian veruliga? og síðani seta spurningin. Men hvat um næmingurin ikki dugir málið so væl ella ikki dugir so væl at lesa? Tá er gott at brúka What Can the Bible Teach Us? Velja vit at gera tað, kunnu vit brúka samandráttin eftir hvønn kapittul sum grundarlag fyri lestrinum og eggja næminginum til sjálvur at lesa høvuðstekstin. Tað ber ofta til at kanna ein bíbilskan sannleika upp á umleið 15 minuttir. Av tí at samandrátturin ikki er líka umfatandi sum teksturin í kapitlinum, má lærarin fyrireika seg væl við næminginum í huga. Velur lærarin at leiða lesturin út frá høvuðstekstinum, kann samandrátturin brúkast sum endurtøka.

ENDAGREINIR: Orðingarnar og hugtøkini, sum verða forklárað í endagreinunum, standa í somu raðfylgju sum í kapitlunum. Lærarin ger av, um tað er neyðugt at taka endagreinirnar í What Can the Bible Teach Us? við í sjálvan lesturin.