LÍVIÐ SUM KRISTIN
Tit ungu – bíðið ikki við at fara ígjøgnum ’víðu dyrnar’
Ung fólk hugsa kanska, at tey altíð fara at vera ung og ongantíð koma at uppliva ’hinar óndu dagarnar’, sum koma við aldurdóminum í heiminum hjá Satani. (Præd 12:1) Kanst tú, um tú ert ungur, rokna við, at tú hevur góða tíð at røkka andaligum málum, sum til dømis fulltíðartænastu?
„Tíð og tilvild møtir“ okkum øllum, eisini teimum, sum eru ung. (Præd 9:11, Dahl/Viderø) ’Tit vita ikki, hvat í morgin fer at henda.’ (Ják 4:14) Tí mugu tit gera nakað longu nú fyri at røkka tykkara andaligu málum. Farið ígjøgnum ’víðu dyrnar, fullar av arbeiði’, meðan tit enn hava møguleikan. (1Kor 16:9) Tit angra tað ikki!
Nøkur andalig mál tit kunnu seta tykkum:
-
At boða á einum øðrum máli
-
Pionertænasta
-
Teokratiskir skúlar
-
Byggitænasta
-
Beteltænasta
-
Ferðatænasta