Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ORÐTØKINI 27-31

Bíblian lýsir eina dugnaliga konu

Bíblian lýsir eina dugnaliga konu

Í Orðtøkunum kapittul 31 fær Lemuel kongur nøkur sera góð ráð frá mammu síni. Hon lærdi hann, hvat var týðandi at hyggja eftir, um hann skuldi finna eina dugnaliga konu.

Ein dugnalig kona er álítandi

31:10-12

  • Hon hevur góð uppskot, tá ið avgerðir skulu takast í familjuni, men er samstundis eyðmjúk

  • Maður hennara lítur á, at hon tekur góðar avgerðir, og væntar ikki, at hon spyr hann um alt

Ein dugnalig kona er arbeiðssom

31:13-27

  • Hon er sparin og lítillátin, so øll í húskinum kunnu verða rein og nosslig og fáa nokk at eta

  • Hon er røsk at arbeiða og ansar eftir húski sínum dag og nátt

Ein dugnalig kona er andalig

31:30

  • Hon óttast Gud og strembar eftir at hava eitt gott samband við hann