LÍVIÐ SUM KRISTIN
„Maður hennara er kendur í býportrunum“
Hevur ein maður eina dugnaliga konu, speglast tað aftur á hann. Tá ið Lemuel kongur livdi, var tað vanligt, at ein maður, sum hevði eina dugnaliga konu, var „kendur í býportrunum“. (Orð 31:23) Í dag tæna virdir menn sum elstar og samkomutænarar. Eru teir giftir, og skulu teir tæna samkomuni væl, hevur tað stóran týdning, at konurnar hjá teimum hava góðan atburð og stuðla teimum. (1Tim 3:4, 11) Menninir eru takksamir fyri at hava dugnaligar konur, og tey í samkomuni gleðast eisini um tær.
Ein dugnalig kona stuðlar manni sínum, tá ið hon ...
-
lívgar hann við góðum orðum. – Orð 31:26
-
er fús at lata hann hjálpa til í samkomuni. – 1Tess 2:7, 8
-
er lítillátin. – 1Tim 6:8
-
ikki spyr hann um trúnaðarmál í samkomuni. – 1Tim 2:11, 12; 1Pæt 4:15