Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | OPINBERINGIN 1-3

„Eg veit um verk tíni“

„Eg veit um verk tíni“

1:20; 2:1, 2

  • „Hinar sjey stjørnurnar“: Salvaðir elstar, og í breiðari merking allir elstar

  • „Í høgru hond [Jesusar]“: Stjørnurnar eru fullkomiliga undirlagdar Jesusar myndugleika, vald og leiðslu. Um onkur í einum elstaráði hevur brúk fyri rættleiðing, fer Jesus at syrgja fyri tí til sína tíð og upp á sín máta

  • ’Hinir sjey ljósastakarnir av gulli’: Kristnar samkomur. Líkasum ljósastakin í tabernaklinum lýsti við bókstavligum ljósi, lýsa kristnu samkomurnar við andaligum ljósi. (Mt 5:14) Jesus „gongur millum“ ljósastakarnar, við tað at hann hevur umsjón við virkseminum í øllum samkomum