Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 3. MÓSEBÓK 4-5

Gev Jehova tað besta

Gev Jehova tað besta

5:5-7, 11

At ein ísraelittur var fátækur, var eingin forðing fyri, at hann kundi fáa frið í lag við Jehova. Sjálvt tey, sum vóru mest fátæk, kundu geva Jehova eitt nøktandi offur, bara tey góvu tað besta. Tey kundu ofra mjøl, men tað skuldi vera ’fínt mjøl’, tað slagið, sum bleiv brúkt til serligar gestir. (1Mós 18:6) Tað sama er galdandi fyri okkara „lovoffur“, ella lovprísan, í dag. Jehova góðkennir tað, vit kunnu geva, uttan mun til hvussu nógv ella lítið tað er, bara vit geva honum tað besta. – Heb 13:15.

Hvussu kann hetta ugga teg, um tú ikki klárar tað sama sum fyrr, kanska tí tú hevur ringa heilsu ella lítla orku?