Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 3. MÓSEBÓK 8-9

Prógv um signing Jehova

Prógv um signing Jehova

8:6-9, 12; 9:1-5, 23, 24

Tá ið Áron og synir hansara ofraðu tað fyrsta brenniofrið, fekk Jehova eld at brenna tað upp. Hetta vísti, at Jehova stuðlaði og góðkendi ta nýggju prestaskipanina. Soleiðis eggjaði Jehova øllum, sum sóu hetta, til at stuðla hesi skipanini. Í dag hevur Jehova sett tann dýrmetta Jesus sum tann størra høvuðsprestin. (Heb 9:11, 12) Í 1919 gav Jesus einum lítlum bólki av salvaðum monnum uppgávuna at vera „hin trúgvi og skilagóði tænarin“. (Mt 24:45) Hvat prógvar, at Jehova signar, stuðlar og góðkennir trúgva tænaran?

  • Sjálvt um trúgvi tænarin er blivin illa forfylgdur, hevur hann uttan íhald syrgt fyri andaligari føði

  • Sum tað bleiv profeterað, verða tey góðu tíðindini boðað „um alt jarðarríki“. – Mt 24:14

Hvussu kunnu vit stuðla trúgva og skilagóða tænaranum?