Endamálið við ofrum
Ísraelsmenn skuldu sambært lógarsáttmálanum ofra til Jehova. Hesi ofrini gleddu hann, og tey vístu fram til ofrið hjá Jesusi, ella alt tað góða, sum ofrið fór at hava við sær. – Heb 8:3-5; 9:9; 10:5-10.
-
Líkasum djóraofrini skuldu vera lýtaleys, var kroppurin, sum Jesus ofraði, fullkomin og lýtaleysur. – 1Pæt 1:18, 19
-
Líkasum alt djórið varð givið til Jehova í sambandi við eitt brennioffur, gav Jesus seg sjálvan heilt til Jehova
-
Líkasum ísraelsmenn høvdu frið við Gud, tá ið teir lótu eitt takkoffur á rættan hátt, hava tey salvaðu, sum taka lut í kvøldmáltíð Harrans, eisini frið við Gud