Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu heldur mann eitt gott boðanarmøti?

Hvussu heldur mann eitt gott boðanarmøti?

Boðanarmøtini eru, líkasum øll onnur møti, ein gáva frá Jehova. Tey geva okkum møguleika fyri at fáa hvønn annan at brenna í kærleika og góðum verkum. (Heb 10:24, 25) Tey skulu vara fimm til sjey minuttir. Tann tíðin fevnir eisini um at skipa fólk í bólkar, tilluta øki og biðja eina bøn. (Um boðanarmøtið er beint aftan á eitt annað møti, eigur tað at vera enn styttri.) Hann, sum hevur boðanarmøtið, skal fyrireika okkurt, sum er viðkomandi fyri boðararnar tann dagin. Leygardagar, har nógv ikki hava verið í boðanini síðani síðsta vikuskifti, kann tað til dømis vera gott at tosa um, hvat mann kann siga. Hvat annað kann mann viðgera á einum boðanarmøti?

  • Eitt uppskot til samrøðu úr einum arbeiðshefti

  • Hvussu vit kunnu brúka eina hending í samfelagnum ella nakað úr tíðindunum til at byrja eina samrøðu

  • Hvat vit kunnu gera, um tann vitjaði sigur okkurt, sum kundi steðgað samrøðuni

  • Hvussu vit kunnu tosa við ein, sum antin er gudloysingur, trýr upp á menningarlæruna, tosar eitt annað mál ella hoyrir til ein átrúnað, sum ikki er so vanligur

  • Hvussu vit kunnu brúka tær ymsu funksjónirnar á jw.org, í appini JW Library® ella í Bíbliuni

  • Hvussu vit kunnu brúka eitt amboð úr amboðskassanum

  • Hvussu vit kunnu boða við at brúka telefonina ella skriva brøv, hvussu vit kunnu vera við í almennari boðan, ella hvussu vit fara á afturvitjanir og leiða bíbliulestrar

  • Áminningar um at vit skulu vera varin, smidlig, fólkalig, positiv ella okkurt annað

  • Eina venjing ella eitt video úr heftinum Lær teg at lesa upp og undirvísa

  • Hvussu vit kunnu uppmuntra og hjálpa honum, vit fylgjast við

  • Eitt bíbliuørindi, sum hevur við boðanina at gera, ella eina uppmuntrandi uppliving úr boðanini