LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ein ovurstór uppgáva bleiv klárað við hjálp frá heilaga andanum
Upp gjøgnum søguna hava Guds tænarar klárað ótrúlig ting – ikki í egnari megi, men tí Jehova hjálpti teimum. Í 1954 gav samskipanin hjá Jehova út ein film, sum æt Den Nye Verdens Samfund i Virksomhed. Tey, sum gjørdu hann, vóru í høvuðsheitum betelitar, sum als ongar royndir høvdu við at gera film. Allíkavæl bleiv henda ovurstóra uppgávan loyst, tí tey fingu hjálp frá Guds heilaga anda. Tað vísir, at viss vit líta á Jehova, kunnu vit klára eina og hvørja uppgávu, sum vit fáa. – Zak 4:6.
HYGG AT VIDEONUM FREMSTILLINGEN AF „DEN NYE VERDENS SAMFUND I VIRKSOMHED“, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví gjørdi mann av at gera ein film um høvuðsskrivstovuna?
-
Hvussu kann Betel samanberast við ein mannakropp? – 1Kor 12:14-20
-
Hvørjar avbjóðingar høvdu brøðurnir, tá ið teir gjørdu filmin, og hvussu kláraðu teir tær?
-
Hvat lærir henda frásøgan teg um Guds heilaga anda?