LÍVIÐ SUM KRISTIN
Vit kunnu vera trygg, tá ið hesin heimurin verður oyðilagdur
Jehova hevur verið tolin við henda heimin, men nú er tolið skjótt uppi. Falskur átrúnaður fer at verða oyðilagdur, ein samgonga av tjóðum fer at leypa á Guds fólk, og Jehova fer at beina fyri teimum óndu í Harmageddon. Vit síggja fram til hesar spennandi hendingarnar.
Vit vita sjálvandi ikki alt, sum fer at henda í stóru trongdini. Vit vita til dømis ikki akkurát, nær hon byrjar. Vit vita ikki, hvat tey politisku veldini fara at brúka sum orsøk til at leypa á átrúnað. Vit vita ikki, hvussu leingi álopið á Guds fólk varir, ella hvat tað fevnir um. Og vit vita heldur ikki akkurát, hvussu Jehova fer at beina fyri teimum óndu í Harmageddon.
Men Bíblian fortelur okkum nokk til, at vit kunnu vera trygg og ikki stúra fyri framtíðini. Vit vita til dømis, at vit liva á teimum síðstu av teimum ’síðstu døgunum’. (2Tim 3:1) Vit vita, at álopið á átrúnað verður ’stytt’, soleiðis at tann sanni átrúnaðurin ikki verður oyðilagdur. (Mt 24:22) Vit vita, at Jehova fer at bjarga sínum fólki. (2Pæt 2:9) Og vit vita, at Jehova hevur valt Jesus, sum er rættvísur og hevur stóra kraft, til at beina fyri teimum óndu og verja stóra skaran í Harmageddon. – Opb 19:11, 15, 16.
Tá ið øll hesi tingini henda, fara nógv fólk at svíma av ótta. Men tá ið vit lesa og meditera um, hvussu Jehova fyrr hevur bjargað sínum fólki, og um hvussu hann fer at gera tað í framtíðini, kunnu vit ’rætta okkum upp og lyfta høvdum okkara’, tí vit vita, at frelsan er nær. – Luk 21:26, 28.