Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

16.-22. desember

SÁLMUR 119:57-120

16.-22. desember

Sangur nr. 129 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hvussu kunnu vit klára royndir?

(10 min.)

Vit mugu blíva við at lesa og kanna Guds orð (Slm 119:61; w06-D 15/6 20 stk. 2; w00-D 1/12 14 stk. 3)

Royndirnar, sum vit eru fyri, kunnu gera okkum til betri menniskju (Slm 119:71; w06-D 1/9 14 stk. 4)

Vit mugu líta á, at Jehova hjálpir okkum (Slm 119:76; w17.07-D 13 stk. 3, 5)

SPYR TEG SJÁLVAN: Hvussu hevur Jehova hjálpt mær at klára royndir?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 119:96 – Hvat kann sálmaskaldið hava meint við, tá ið hann skrivaði hetta? (w06-D 1/9 14 stk. 5)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Vís tí vitjaða okkara heimasíðu, og gev honum eitt jw.org visittkort. (lmd partur 2, punkt 5)

5. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Bjóða viðkomandi til næsta almenna fyrilesturin. Vís og tosa um (men spæl ikki) videoið Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali? (lmd partur 8, punkt 3)

6. Fortel øðrum um tína trúgv

(5 min.) Sýning. ijwbq grein 157 – Evni: Hvat sigur Bíblian um náttúruvanlukkur? (lmd partur 3, punkt 3)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 128

7. Jehova hjálpir okkum at halda út

(15 min.) Orðaskifti.

At halda út merkir, at vit klára royndir uttan at geva upp. Tað ber í sær, at vit blíva við at vera sterk, hava ta røttu áskoðanina á royndirnar og gleða okkum um vónina. Viss vit halda út, fara vit ikki at ’siga okkum undan’ og slaka í tænastuni fyri Jehova, tá ið vit hava trupulleikar. (Heb 10:36-39) Jehova vil so gjarna hjálpa okkum at halda út. – Heb 13:6.

Eftir hvørt ørindi kanst tú skriva, hvussu Jehova hjálpir okkum at halda út.

Vís VIDEOIÐ Kæmp for dine brødre og søstre i dine bønner. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu kunnu vit finna upplýsingar á jw.org um okkara brøður og systrar, sum eru fyri royndum?

  • Hvussu kunnu foreldur læra børnini at biðja fyri øðrum, og hví er tað gott?

  • Hví er tað umráðandi, at vit biðja Jehova hjálpa okkara trúarfelagum at halda út?

  • Hvussu kann tað hjálpa okkum sjálvum at biðja fyri øðrum?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 32 og bøn