Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

18.-24. november

SÁLMUR 107-108

18.-24. november

Sangur nr. 7 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Takka Jehova, tí hann er góður

(10 min.)

Jehova hevur fríað okkum úr Satans heimi, líkasum hann fríaði Ísrael úr Bábylon (Slm 107:1, 2; Kol 1:13, 14)

Vit fáa hug at prísa Jehova í samkomuni, tí vit eru so takksom (Slm 107:31, 32; w07-D 15/4 20 stk. 2)

Vit blíva meira takksom, viss vit hugsa um alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum (Slm 107:43; w15-D 15/1 9 stk. 4)

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 108:10 – Hví bleiv Móab kallað Guds „vaskifat“? (it-2-D 307 stk. 5)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. (lmd partur 1, punkt 4)

5. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Fortel um okkara bíbliuskeið, og gev viðkomandi visittkortið „Ókeypis bíbliuskeið“. (lmd partur 9, punkt 3)

6. Fyrilestur

(5 min.) ijwyp grein 90 – Evni: Hvussu kann eg lata vera við at hugsa negativt? (th venjing 14)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 46

7. Vit syngja, tí vit vilja takka Jehova

(15 min.) Orðaskifti.

Tá ið Jehova hevði bjargað ísraelsfólki undan tí sterka egyptiska herinum við Reyðahavið, fóru tey at syngja, tí tey vóru so takksom. (2Mós 15:1-19) Tað vóru menninir, sum fyrst byrjaðu at syngja henda nýggja sangin. (2Mós 15:21, NWT) Jesus og tey fyrstu kristnu prísaðu eisini Jehova við sangi. (Mt 26:30; Kol 3:16) Og í dag syngja vit fyri at takka Jehova, tá ið vit eru á møti og stevnu. Sangurin, sum vit akkurát hava sungið, „Vit takka tær, Jehova“, hava vit sungið á okkara møtum síðani 1966.

Í summum mentanum halda menn, at tað er flóvisligt at syngja saman við øðrum. Onnur aftra seg við at syngja, tí tey ikki halda, tey hava nóg góða rødd. Men vit mugu ikki gloyma, at sangur er ein partur av okkara tilbiðing. Samskipanin hjá Jehova brúkar nógva orku upp á at gera vakrar sangir og velja, hvørjir sangir skulu syngjast á hvørjum møti. Tað einasta, sum vit skulu gera, er at syngja saman fyri at vísa, at vit elska Jehova og eru takksom fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri okkum.

Vís VIDEOIÐ Vores levende historie – Sang og musik, 2. del. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvat hendi í 1944?

  • Hvussu vístu vinirnir í Sibiria, at teir elskaðu at syngja ríkisins sangir?

  • Hví halda Jehova vitni, at tað er so viktigt at syngja?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 73 og bøn