30. desember 2024 – 5. januar 2025
SÁLMUR 120-126
Sangur nr. 144 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)
1. Tey sáaðu við tárum, men heystaðu við gleði
(10 min.)
Ísraelitarnir vóru glaðir, tá ið teir blivu fríaðir úr Bábylon og skuldu endurreisa sonnu tilbiðingina (Slm 126:1-3)
Tey, sum vendu aftur til Judea, grótu kanska, tí arbeiðið, sum lá fyri framman, var so stórt (Slm 126:5; w04-D 1/6 16 stk. 10)
Tey hildu út og blivu signað afturfyri (Slm 126:6; w21.11 24 stk. 17; w01-D 15/7 18-19 stk. 13-14; hygg atmyndini)
HUGSA UM HETTA: Hvørjar avbjóðingar fáa vit kanska aftan á Harmageddon, tá ið vit skulu byggja alt upp aftur? Og hvørjar signingar fáa vit?
2. Andaligir gimsteinar
(10 min.)
-
Slm 124:2-5 – Kunnu vit vænta, at Jehova verjir okkum fysiskt, líkasum hann vardi tjóðina Ísrael? (cl-D 73 stk. 15)
-
Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
3. Upplestur úr Bíbliuni
(4 min.) Slm 124:1 – 126:6 (th venjing 5)
4. Byrja eitt prát
(3 min.) ALMENN BOÐAN. (lmd partur 3, punkt 5)
5. Menn áhugan
(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tann vitjaði segði seinast, at hann ivaðist í, um mann kann trúgva tí, sum stendur í Bíbliuni. (lmd partur 9, punkt 5)
6. Ger lærisveinar
Sangur nr. 155
7. Vit gleða okkum til alt tað, sum Jehova hevur lovað okkum
(15 min.) Orðaskifti.
Jehova helt øll lyftini, sum hann hevði givið sínum fólki í útlegd í Bábylon. Hann fríaði tey og fyrigav teimum alt tað skeiva, tey høvdu gjørt. (Es 33:24) Hann vardi tey og húsdjórini hjá teimum móti villdjórum, sum til dømis leyvum, ið vóru blivnar nógv fleiri, meðan fólkið var í útlegd. (Es 65:25) Tey kundu búgva í sínum egnu húsum og eta frukt úr sínum egna víngarði. (Es 65:21) Jehova signaði teirra arbeiði, og tey sluppu at liva leingi. – Es 65:22, 23.
Vís VIDEOIÐ Glæd dig over Jehovas løfter om fred – Uddrag. Set síðani hesar spurningarnar:
-
Hvussu síggja vit hesar profetiirnar ganga út nú?
-
Hvussu fara tær at ganga út í tí nýggja heiminum?
-
Hvat gleðir tú teg mest til?
8. Samkomubíbliulestur
(30 min.) bt kap. 20 stk. 8-12, ramman á s. 161