Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

4.-10. november

SÁLMUR 105

4.-10. november

Sangur nr. 3 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hann minnist sáttmála sín í allar ævir

(10 min.)

Jehova gav Ábrahami eitt lyfti, og seinni gav hann eisini Ísaki og Jákupi hetta lyftið (1Mós 15:18; 26:3; 28:13; Slm 105:8-11)

Tað virkaði kanska ósannlíkt, at hetta lyftið skuldi ganga út (Slm 105:12, 13; w23.04 28 stk. 11-12)

Jehova gloymdi ongantíð sáttmálan, hann gjørdi við Ábraham (Slm 105:42-44; it-2-D 476)


SPYR TEG SJÁLVAN: Hvussu hjálpir tað mær at vita, at eg altíð kann líta á Jehova?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 105:17-19 – Hvussu hjálpti „orð HARRANS“ Jósefi at blíva eitt betri menniskja? (w86-D 1/11 19 stk. 15)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(1 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tann vitjaði hevur skund. (lmd partur 2, punkt 5)

5. Byrja eitt prát

(2 min.) HÚS ÚR HÚSI. Enda samrøðuna vinarliga, tá ið tað vísir seg, at tann vitjaði bara vil trætast (lmd partur 4, punkt 5)

6. Menn áhugan

(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða eitt blað, ið viðger eitt evni, sum viðkomandi fyrr hevur sagt, at hann er áhugaður í. (lmd partur 8, punkt 3)

7. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Fortel einum persóni um appina JW Library®, og hjálp honum at taka hana niður. (lmd partur 9, punkt 5)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 84

8. Hvussu vísa vit, at vit elska Guds son?

(15 min.) Orðaskifti.

Tá ið vit brúka tíð, orku og pengar upp á at stuðla Guds ríki, vísa vit, at vit elska okkara kong, Jesus Kristus. Jehova blívur glaður, tá ið vit gera tað, og soleiðis hjálpa vit eisini okkara brøðrum og systrum. (Jóh 14:23) Greinarøðin „Hvad dine bidrag bliver brugt til“ á jw.org vísir, hvussu stóran mun tað ger hjá okkara brøðrum og systrum um allan heimin, at vit lata stuðul.

Vís VIDEOIÐ Dine bidrag gør en stor forskel. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu hevur tað hjálpt vinunum, at stuðulin millum annað er blivin brúktur til at forsvara trúarfrælsið?

  • Hvør skipan hevur verið ein hjálp í sambandi við at byggja ríkissalir? – 2Kor 8:14

  • Hvat gott er komið burturúr, at stuðulin millum annað er blivin brúktur til at umseta Bíbliuna til nógv mál?

9. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 97 og bøn