LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvat er eitt gott svar?
Eitt gott svar byggir samkomuna upp. (Róm 14:19) Og tey, sum svara, fáa sjálv gagn av tí. (Orð 15:23, 28) Vit skulu tí royna at svara í minsta lagi eina ferð á hvørjum møti. Sjálvandi sleppa vit ikki at svara, hvørja ferð vit rætta hondina upp. Tí er tað gott at vera klárur at svara fleiri ferðir.
Eitt gott svar ...
-
er einfalt, stutt og greitt og nýtist sum oftast ikki at vara meira enn 30 sekund
-
er best, tá ið tú brúkar tíni egnu orð
-
er ikki ein óneyðug endurtøka av tí, sum longu er sagt
Verður tú biðin at svara fyrst, ...
-
skal svarið vera einfalt og beinrakið
Er spurningurin longu svaraður, kanst tú ...
-
siga, hvussu eitt skriftstað í tilfarinum hóskar til evnið
-
nevna, hvussu viðgjørda evnið ávirkar okkum
-
siga, hvussu vit kunnu brúka upplýsingarnar til at hjálpa øðrum
-
í stuttum siga frá eini uppliving, ið leggur dent á høvuðspunktið