LÍVIÐ SUM KRISTIN
Serligt átak í november um Guds ríki
Jesus boðaði „evangeliið um ríki Guds“. (Luk 4:43) Hann lærdi eisini fólk at biðja um, at ríkið skuldi koma. (Mt 6:9, 10) Í november fara vit at gera nógv burtur úr at fortelja fólki um Guds ríki. (Mt 24:14) Legg tína tíð soleiðis til rættis, at tú kanst vera so nógv við sum gjørligt í hesum átakinum. Øll, sum eru hjálparpionerar henda mánaðin, kunnu velja at brúka 30 ella 50 tímar í boðanini.
Vís eitt bíbliuørindi um Guds ríki fyri so nógvum fólkum í tínum øki sum gjørligt. Tá ið tú velur eitt bíbliuørindi, skalt tú hugsa um, hvat tey, sum tú tosar við, trúgva uppá. Um onkur vísir áhuga á fyrstu vitjanini, kanst tú bjóða honum almennu útgávuna av Vagttårnet nr. 2 2020. Far aftur til viðkomandi, so skjótt sum til ber, og royn at byrja ein bíbliulestur við tilfari úr amboðskassanum. Um stutta tíð fer Guds ríki at knúsa allar ríkisstjórnir, sum standa ímóti tí. (Dán 2:44; 1Kor 15:24, 25) Latið okkum tí brúka henda serliga møguleikan at vísa, at vit stuðla Jehova og hansara ríki!