Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Dett ikki í hesar fellurnar, tá ið tú leiðir ein bíbliulestur

Dett ikki í hesar fellurnar, tá ið tú leiðir ein bíbliulestur

At tosa ov nógv: Halt ikki, at tað er tú, sum skalt greiða frá øllum. Jesus setti spurningar fyri at fáa fólk at hugsa og koma til røttu niðurstøðuna. (Mt 17:24-27) Spurningar gera bíbliulesturin meira lívligan, og tú finnur út av, hvat næmingurin veit og trýr. (be-D 253 stk. 3-4) Tá ið tú setur ein spurning, mást tú vera tolin og bíða eftir svarinum. Svarar næmingurin skeivt, kanst tú hjálpa honum at koma til røttu niðurstøðuna við at seta eykaspurningar, heldur enn bara at siga honum, hvat rætta svarið er. (be-D 238 stk. 2-3) Tosa ikki skjótari, enn at næmingurin kann skilja nýggjar tankar. – be-D 230 stk. 4.

At gera tað torgreitt: Lat teg ikki freista at siga frá øllum, tú veitst um evnið. (Jóh 16:12) Legg dent á høvuðstankan í stykkinum. (be-D 226 stk. 4-5) Sjálvt áhugaverdar upplýsingar kunnu gera høvuðstankarnar ógreiðar. (be-D 235 stk. 3) Far víðari til næsta stykkið, tá ið næmingurin hevur skilt høvuðstankan.

Bara at viðgera tilfarið: Endamálið hjá okkum er at vinna hjørtu, ikki bara at viðgera tilfarið. (Luk 24:32) Lat kraftina í Guds orði virka við at leggja dent á lyklaskriftstøðini í tilfarinum. (2Kor 10:4; Heb 4:12; be-D 144 stk. 1-3) Brúka einfaldar myndir. (be-D 245 stk. 2-4) Hugsa um, hvørjar avbjóðingar næmingurin hevur, og hvat hann trýr, og laga so undirvísingina til hansara. Set spurningar sum: „Hvat heldur tú um hetta?“ „Hvat lærir hetta okkum um Jehova?“ „Hvussu heldur tú, at tað gagnar okkum at fylgja hesum ráðunum?“ – be-D 238 stk. 4-6; 259 stk. 2.