LÍVIÐ SUM KRISTIN
Tá ið eitt barn letur upp
Letur eitt barn upp, mugu vit spyrja eftir foreldrunum. Tá vísa vit virðing fyri teirra myndugleika. (Orð 6:20) Bjóðar barnið okkum inn, bera vit okkum undan. Ber tað ikki til at tosa við foreldrini, mugu vit koma aftur ein annan dag.
Er talan um eitt ungt fólk, mugu vit royna at meta um støðuna. Vit kundu kanska spurt, um hann sjálvur sleppur at velja, hvat hann vil lesa. Sleppur hann tað, kunnu vit bjóða honum lesnað ella vísa honum á jw.org.
Tá ið vit vitja eitt ungt fólk aftur, sum hevur víst áhuga, eiga vit at spyrja eftir foreldrunum. So fáa vit høvi at greiða frá, hví vit koma, og eisini at vísa teimum tey góðu og álítandi ráðini í Bíbliuni til familjur. (Slm 119:86, 138) Hugsa vit um foreldrini og vísa teimum virðing, hevur tað góða ávirkan og gevur okkum kanska fleiri møguleikar at siga teimum frá gleðiboðskapinum. – 1Pæt 2:12.