Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMUR 119

Liv eftir lóg Jehova

Liv eftir lóg Jehova

At liva eftir lóg Jehova vil siga, at vit fús geva okkum undir hansara leiðslu. Vit hava nógv góð dømi í Bíbliuni um fólk, sum eins og sálmaskaldið fylgdu lóg Jehova og høvdu álit á honum.

Sonn lukka er treytað av, at vit liva eftir Guds lóg

119:1-8

Josva hevði fult álit á leiðbeiningini frá Jehova. Hann visti, at um tað skuldi gangast honum væl, mátti hann líta á Jehova av øllum sínum hjarta

Guds orð gevur okkum neyðuga dirvið, tá ið vit eru fyri royndum

119:33-40

Jeremias var djarvur og hevði álit á Jehova í torførum umstøðum. Hann livdi eitt einfalt lív og var áhaldin í uppgávuni, hann hevði fingið

Nágreiniligur kunnleiki úr Guds orði gevur okkum áræði at boða

119:41-48

Paulus boðaði óttaleysur boðskapin frá Gudi fyri øllum. Hann hevði fult álit á, at Jehova fór at hjálpa honum, tá ið hann vitnaði fyri Feliks landshøvdinga

Nær kundi eg víst størri dirvi í sambandi við at vitna fyri øðrum?

  • Skúli

  • Arbeiðspláss

  • Familja

  • Annað