Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eitt lítið prát kann geva møguleika at boða

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eitt lítið prát kann geva møguleika at boða

Tað var møguligt hjá Jesusi at boða óformliga fyri eini samverskari kvinnu, tí hann fór at práta við hana. Hvussu kunnu vit læra okkum at fáa eitt prát í lag við fólk, sum vit ikki kenna?

  • Ver fyrikomandi og tosa við fólk. Hóast Jesus var móður, royndi hann at fáa eitt prát í lag við bara at biðja um ein vatnsopa. So tú kanst byrja við at smíla til onkran og so kanska práta um veðrið ella okkurt, sum er hent nýliga. Minst til, at fyri fyrst er málið bara at fáa eitt lítið prát í lag, og tí kanst tú tosa um alt, ið kundi havt áhuga hjá viðkomandi. Tú missir einki, um hann ella hon ikki vil práta. Royn bara at tosa við onkran annan. Bið Jehova geva tær dirvi. – Neh 2:4; Áps 4:29.

  • Leita eftir einum møguleika at boða, men ansa eftir ikki at leypa framav. Lat prátið vera natúrligt. Ert tú ov bráður, verður persónurin kanska illa við, og samrøðan steðgar. Miss ikki mótið, um samrøðan endar, áðrenn tú hevur havt møguleika at boða. Um tú heldur, at tað er eitt sindur ræðandi at skula nevna tey góðu tíðindini, kanst tú øva teg at fáa eitt prát í lag við fólk uttan at boða. [Vís og tosa um film nr. 1.]

  • Royn at skapa ein møguleika at boða við at siga okkurt forvitnisligt um tína trúgv. Tað kann fáa tann, tú tosar við, at seta spurningar. Jesus segði nakað forvitnisligt, sum fekk kvinnuna at seta spurningar. Tá ið hann at enda fór at siga frá teimum góðu tíðindunum, var tað bara fyri at svara hennara spurningum. [Vís og tosa um film nr. 2, og ger síðani tað sama við film nr. 3.]