Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Einki fór til spillis

Einki fór til spillis

Eftir at Jesus við einum undri hevði givið 5.000 monnum umframt kvinnum og børnum at eta, segði hann við lærisveinarnar: „Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur.“ (Jóh 6:12) Jesus virðismetti matin, sum Jehova hevði syrgt fyri, og hann vísti tað við ikki at lata nakað fara til spillis.

Á okkara døgum roynir stýrandi ráðið at taka eftir Jesusi við at brúka stuðulin frá brøðrum og systrum upp á ein skilagóðan máta. Til dømis tá ið høvuðsskrivstovan í Warwick, New York, varð bygd, valdu brøðurnir eina byggiverkætlan, sum gjørdi, at tað bar til at brúka stuðulin, ið var latin, á skilabestan hátt.

HVUSSU ANSA VIT EFTIR, AT EINKI FER TIL SPILLIS ...