Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI

Lat tínar brøður og systrar hjálpa tær

Lat tínar brøður og systrar hjálpa tær

Jehova hevur givið okkum brøður og systrar, sum kunnu hjálpa okkum. (1Pæt 5:9) Tey kunnu hjálpa okkum at klára avbjóðingar í boðanini upp á ein góðan máta. Paulus ápostul var til dømis glaður fyri ta hjálpina, hann fekk frá Akvila, Priskillu, Silasi, Timoteusi og øðrum. – Áps 18:1-5.

Hvussu kunnu tínir brøður og systrar hjálpa tær í boðanini? Tey kunnu kanska geva tær góð ráð um, hvussu tú kanst svara atfinningum, fara á afturvitjan ella byrja og leiða bíbliulestrar. Royn at koma í tankar um ein í samkomuni, sum tú kanst læra nakað av, og bið viðkomandi hjálpa tær. Tað fer heilt sikkurt at gagna bæði tær og honum, sum hjálpir tær, og tit fáa størri gleði. – Flp 1:25.

HYGG AT VIDEONUM OPLEV GLÆDEN VED AT GØRE ANDRE TIL DISCIPLE – TAG IMOD JEHOVAS HJÆLP – VORES BRØDRE OG SØSTRE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu royndi Nellie at fáa Lærke við á møti?

  • Hví er tað gott at biðja aðrar boðarar koma við sær, tá ið mann leiðir bíbliulestrar?

  • Øll samkoman má hjálpast at, um ein næmingur skal blíva ein lærisveinur

    Hvat høvdu Lærke og Gabrielle í felag?

  • Hvat hevði tú viljað lært frá øðrum boðarum?