DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Verj tað, sum tú fært frá Jehova
Kaleb vardi tað økið, hann hevði fingið frá Jehova, við at reka sterkar fíggindar burtur (Jos 15:14; it-1-D 856 stk. 5)
Summir ísraelsmenn forsømdu at verja sítt øki ímóti fólki, sum ikki tænti Jehova (Jos 16:10; it-2-D 1043)
Jehova hjálpti teimum, sum heilhugað vildu verja tað, sum tey høvdu fingið frá honum (5Mós 20:1-4; Jos 17:17, 18; it-1-D 1229 stk. 3)
Jehova hevur givið øllum kristnum vón um ævigt lív. Skulu vit verja ta gávuna, mugu vit styrkja okkum sjálvi, so vit kunnu standa ímóti freistingum. Tað gera vit við at studera Bíbliuna, biðja til Jehova, fara á møti og í boðanina.
SPYR TEG SJÁLVAN: ’Verji eg tað, sum eg fái frá Jehova?’