DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Hví skulu vit vera lítillátin og nøgd?
Profeturin hjá Gudi tók ikki ímóti stóru gávuni frá Jeroboami (1Kg 13:7-10; w08-D 15/8 8 stk. 4)
Seinni gekk profeturin beint ímóti Guds boðum (1Kg 13:14-19; w08-D 15/8 11 stk. 15)
Tað fekk ræðuligar avleiðingar fyri profetin, at hann var ólýðin (1Kg 13:20-22; w08-D 15/8 9 stk. 10)
Viss vit eru nøgd við tað, sum vit hava, og leita okkum ráð hjá Jehova, tá ið vit skulu taka avgerðir, sleppa vit undan nógvum trupulleikum. – 1Tim 6:8-10.
SPYR TEG SJÁLVAN: Hvussu kann eg vísa, at eg eri nøgdur við at hava tað mest neyðuga? Hvussu kann eg vísa, at eg eri lítillátin, tá ið eg skal taka avgerðir? – Orð 3:5; 11:2.