LÍVIÐ SUM KRISTIN
Miss ikki mótið í fíggjarliga ringum tíðum
Lívið á hesum síðstu døgum er fult av trupulleikum. Og tað verður bara verri, nú endin á Satans ónda heimi nærkast. Vit fara kanska at uppliva, at vit ikki hava nokk materielt. (Hab 3:16-18) Hvussu skulu vit klára ta støðuna? Vit mugu líta á Jehova, tí hann hevur lovað at taka sær av okkum. Og tað er hann førur fyri, óansæð hvussu ringar umstøðurnar verða. – Slm 37:18, 19; Heb 13:5, 6.
Hvat kanst tú gera?
-
Bið Jehova um vegleiðing, vísdóm og hjálp. – Slm 62:9
-
Ver villigur at átaka tær eitt arbeiði, sum tú ikki hevur prøvað fyrr. – g-D 1/10 8-9, rammurnar
-
Halt fast í tínar andaligu vanar, sum til dømis at lesa í Bíbliuni hvønn dag, at fara á møti og at vera við í boðanini
HYGG AT VIDEONUM BYG ET HUS DER VIL BESTÅ – VÆR ’TILFREDS MED DET DER ER FOR HÅNDEN’, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørjar trupulleikar hava summar familjur havt?
-
Hvat er tað viktigasta í okkara lívi?
-
Hvussu kunnu vit hjálpa teimum, sum hava fíggjarligar trupulleikar?